- At Varðin ikki kappast við reiðaríini í grannalondunum, men bert seg sjálva um at fáa sum frægast burtur úr tonsunum, er ein sannleiki við avmarkingum, sigur Johnny í Grótinum eftir at Hermann Oskarsson í síðstu viku segði, at einki forðar reiðarínum Varðanum, at gera íløgur í skip.
Hermann Oskarson segði at Varðin uttan trupulleikar kann gera íløgur í nýggj skip, tá ið hugt verður eftir eginpeninginum hjá felagnum.
- Hermann Oskarson segði eisini, at um Varðin ger íløgur í framkomna tøkni fyri at fáa so nógv avlop av hvørjum tonsi sum gjørligt, hevur einki við okkum at gera, at og tað hevur heldur einki við grannarnar at gera, sum eg rokni við er onnur reiðarí í Noreg, Íslandi og ES, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.
Les eisini: Hermann Oskarsson: Varðin kann uttan trupulleikar gera íløgur í nýggj skip
- Rættindaskipanin ger, at Varðin nýtist ikki at kappast við eitt nú norska reiðaríið Havfisk um júst tey tonsini. Men hinvegin ger altjóða marknaðurin fyri pelagisku fiskavørurnar, at Varðin so avgjørt kappast við reiðaríiðir uttanlands um áhugan hjá keyparunum fyri júst teirra vørum.
Megnar føroyska fiskivinnan ikki at vera kappingarfør á altjóða marknaðinum – bæði í góðsku og framleiðslukostnaði – er henni ikki lív laga í síðsta enda.
- Hermann vil vera við, at tað als onga ávirkan hevur á eitt føroyskt reiðarí ella føroyska samfelagið, um ein norsk fyritøka ger íløgur fyri at fáa meira burtur úr sínum tonsum. Aftur er tað ein avmarkaður sannleiki, tí í síðsta enda áseta tey mest kappingarføru reiðaríini prísin og góðskutreytirnar á heimsmarknaðinum, sum lutfalsliga smáu føroysku fyritøkurnar mugu taka sum givna, sigur Johnny í Grótinum í viðmerking við Portalin.
- Tí er tað ikki líka mikið, hvussu tað hilnast hjá okkara altjóða kappingarneytum. Og tí er tað eisini eitt ávaringartekin, at fyritøkurnar í grannalondunum eru meira framfýsnar í teirra íløguætlanum enn tær føroysku, sigur Johnny í Grótinum at enda.
Johnny í Grótinum var formaður í arbeiðsbólkinum, sum í 2016 gjørdi frágreiðing um fiskivinnunýskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald