- Vit vildu fegnir havt fiskað til jóla og pakkað jólapakkarnar upp, áðrenn jól, men vit fingu trupulleikar við girinum og máttu gevast við fiskiskapinum fyrst í desember. Báturin hevur tí staðið á sleipistøð í umleið tveir mánaðir.
Tað sigur skiparin á Volunteer, Jón Rubeksen.
-Trupulleikin við girinum var so mikið álvarsamur, at girið mátti úr og til Danmarkar til yvirhálingar. Nú vóna vit, tað er í lagið, so vit kunnu byrja fiskiskap aftur, sigur hann.
-Vit plaga at byrja árið við, at sjómanstrúboðarin vitjar umborð og hevur andakt, bøn og lýsir signingina. Hann var umborð á Eiði í dag; og tá andaktin var liðug, helt eg, at tað var hóskandi, at hann deildi pakkarnar út, tá vit kortini vóru savnaðir. Tað var ein góð og stimbrandi løta. Tað vóru kort og adressa í fimm av pakkunum, men onki kort í tveimum. Vit takka sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum lata pakkar til sjófólkið, tí teir bæði gleða og stimbra sjófólkið, sjálvt í februar, sigur Jón Rubeksen.
Volunteer fór aftur til fiskiskap hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald