Innanlands

JT electric byggir fóðurflaka til íslendskt alifelag

Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er á tremur við framkomnari føroyskari tøkni og eini serligari battarí skipan fyri at minka um umhvørvisárin

2023-02-20 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íslendska alifelagið Háafell hevur skrivað undir sáttmála við føroysku fyritøkuna JT electric um at byggja ein fóðurflaka til aliøki í norður Íslandi. Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er á tremur við framkomnari føroyskari tøkni og eini serligari battarí skipan fyri at minka um umhvørvisárin.

– JT electric hevur nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, serliga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi, sigur Gauti Geirsson, stjóri á Háafell. Við hesi verkætlan hevur JT tikið hetta eitt stig víðari við at taka hædd fyri ísi og klaka við einum sterkum og tryggum fóðurflaka.

Flakin verður útgjørdur við stórari battarískipan – eini hybridloysn við generatorum, ið bert koyra í 2-4 tímar um samdøgrið fyri at løða battaríini. Hetta effektiviserar munandi um orkuframleiðsluna, samstundis sum tað minkar um bæði oljunýtslu, CO2 útlát og ljóðdálking.

– Hetta er eitt týðandi stig í okkara strategi at byggja fóðurflakar til altjóða marknaðin, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Talan var um útboðið arbeiði, har vit vunnu kappingina ímóti stórum feløgum uttanlands – eitt týðuligt tekin um, at føroyskar loysnir eru kappingarførar á altjóða marknaðinum.

Verkætlanin byrjaði á tekniborðinum fyri 6 mánaðum síðan, og um ársskiftið bleiv sáttmálin undirskrivaður.

Framkomna tøknin frá JT electric ger, at allar skipanir umborð eru sjálvvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi. Flakin tekur 480 tons av fóðri og er gjørdur til eina signifikanta alduhædd á Hs 5,5m. Skrokkurin er dupultur, ið bæði styrkir ímóti ísi og avmarkar kondens á innaru veggunum.

Nýggi fóðurflakin skal vera liðugur síðst í august 2023.

JT electric

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder