Innanlands

JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar fyri Luna

Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd av starvsfólkunum á Kambsdali

2022-04-26 07:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska fyritøkan JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar til alifyritøkuna Luna.

Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd av starvsfólkunum á Kambsdali. Talan er um ein nýggjan kapitul hjá JT electric, ið ætlar sær at taka kappingina upp við altjóða fyritøkur, sum byggja nýggjar flakar til alifyritøkur kring heimin.

- Vit fegnast um at Luna hevur valt okkum sum heildarveitara av hesum flakunum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Hetta gevur okkum royndir við nýbygningum, so vit kunnu taka næsta stig í okkara vakstrarætlan, ið er at vera føroyskur veitari av nýbygningum til alifyritøkur á altjóða marknaðinum.

Sáttmálin millum JT electric og Luna varð undirskrivaður um ársskifti, og eftir ætlan skulu nýbygningarnir leverast longu í summar.

- Vit hava arbeitt tætt saman við starvsfólkum hjá Luna tað seinasta hálvárið, sigur Ólavur Thomsen, sum sjávur hevur leitt hesar stóru verkætlanir hjá JT electric. Tað sum byrjaði við tekningum í fjør, er nú ein ítøkilig framleiðsla við okkara dugnaligu starvsfólkum í Póllandi.

Í samband við vaksandi virksemi hjá JT electric, hava tey stovnað eitt dóttirfelag í Póllandi við framleiðslu og skrivstovum í býunum Szczecin og Świnoujście. Har eru eini 60 fólk knýtt at felagnum í samband við framleiðslu av hesum nýbygningum.

Seinastu árini hevur JT electric keypt og umbygt 14 skip til fóðurflakar til harðrenda føroyska veðurlagið. Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan fer í holt við at gera nýbygningar, ið annars er meira vanligt á øðrum marknaðum. Føroysku loysnirnar eru tó sermerktar við, at tær eru mentar til mest útsettu aliøkir í heiminum, tá tað kemur til aling á sjónum.

JT electric er ein føroysk fyritøka við 70 fólkum í starvi, sum menna tøkni til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Danmark, Skotlandi og Polen.

JT electric hevur longu tikið fyrsta lopið út um Føroyar í samband við sølu av fóðurflakum. Ein fóðurflaki skal leverast til Íslands í mai mánaði. Framkomna sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali, verður eisini dagliga brúkt til at fóðra á leið 80 milliónum laksum í alibrúkum í Føroyum, Skotlandi, Íslandi, Norra og Kanada.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder