Ango ella Junior, sum skipið kallast í dag, kom á Havnina um 22 tíðina í kvøld, og skal nú riggast til.
Tað er felagið Sp/f Ango, sum hevur keypti Junior úr Hirtshals, sum Familjan Magnussen hevur áttt seinastu árini.
Keypssprísurin er ikki upplýstur.
Hetta er ikki fyrstuferð at skipið verður skrásettt í Føroyum. Junior hevur fyrr verið skrásett í Vági, har tað kallaðist Nýborg.
Nøgdirnar, sum Ango hevur fingið tillutað eru:
- 9.480 tons av svarttkjafti
- 3.007 tons av makreli
- 4.162 tons av norðhavsild
Aftrat hesum tonsunum, hevur felagið eisini fingið tillutað 884 tons av svartkjafti, 1.966 tons av makreli og 3.412 tons av norðhavsild, sum eru flutt frá 2020.
Felagið Sp/f Gráatein, sum hevur keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk, hevur fingið tillutað júst somu nøgdir.
Havfisk loysti úr Norra í dag, og verður væntandi Føroyum í morgin.
Havfisk fær navnið Birita, og verður skrásett í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald