Innanlands

Jupiter, eitt gott brúkt skip

Skipið er bygt í 2004, men hevur ikki fiskað meiri enn fýra til fimm mánaðir um árið. Tí hevur motorurin ikki koyrt meiri enn 28.000 tímar, sum svarar til umleið fýra ár, hjá skipum, sum royna meginpartin av árinum, sigur Hildibjartur Olsen, skipari

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

2023-04-05 20:01 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi í dag kom Jupiter, nýggjasta pelagiska skipið í føroyska flotanum, á Havnina. Tað kom úr Skagen, har ymiskt er gjørt við skipið. Tað er P/f Jupiter í Kollafirði, sum hevur keypt skipið úr Lerwick í Hetlandi.

- Eg haldi hetta er eitt gott brúkt skip, og er í fínasta standi, hóast vit ikki enn hava roynt tað til fiskiskap. Skipið er bygt í 2004, men hevur ikki fiskað meiri enn fýra til fimm mánaðir um árið. Tí hevur motorurin ikki koyrt meiri enn 28.000 tímar, sum svarar til umleið fýra ár, hjá skipum, sum royna meginpartin av árinum. Tað sigur skiparin, Hildibjartur Olsen.

- Skipið hevur tvær troltrumlur og tvey sonduspøl, men ongan nótapavn. Tí er hetta ein trolari og ikki eitt nótaskip. Flestu pelagisku skipini fiska meginpartin av tíðini við troli, burtursæð frá teimum sum fiska lodnu, sigur hann.

-Nú fara vit at binda frið um páskirnar. Aftaná fara vit at rigga skipið til og farið verður á svartkjaftaveiðu, tá fiskiskapurin vónandi tekur seg ordiliga upp seinni í apríl, sigur Hildibjartur.

Jupiter er 76 metrar langur og 15 metrar breiður og lastar 2500 tons. Motorurin er ein 8000 kw. Wártsila. 10-12 mans verða við.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Jupiter.

Sí fleiri myndir av Jupiter á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder