Uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði kom í gjár til Noregs, har skipið skal landa makrel.
Jupiter hevur fiskað 850 tons av makreli, og meginparturin er fiskaður í føroyskum sjógvi. Veiðan verður landað í Egersund.
Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, upplýsir at ein parturin verður landaður til ídnað, og ein partur verður landaður til matna.
- Helvtin verður landað til ídnað, har vit fáa 7,25 krónur fyri kilo, meðan prísurin fyri kilo, sum verður landaður til matna er sera høgur, sigur reiðarin við Fiskur.fo í morgun.
Reiðarin upplýsir, at Jupiter fær heili 12 krónur kilo fyri makrelin, sum verður landaður til matna, og hetta er hægsti prísurin, sum reiðarin hevur hoyrt um.
Í báðum førunum er talan um danskar krónur, so talan er um helst um met, sum Jupiter fær fyri makrelin, sum verður landaður til matna.
- Hetta er tað hægsta eg havi hoyrt, at skip fáa fyri makrelin, sum verður landaður til matna, so tað er sera gleðiligt, sigur ein vælhýrdur Jógvan Martin Ferjá Joensen, tá ið vit fáa orðið á hann í morgun.
Jupiter fer ein skjótan makreltúr aftrat tá ið liðugt er at landa, síðan verður riggað til at fiska onnur fiskasløg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald