2024-06-11 06:56
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Uppsjóvarskipið Jupiter fer nú á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.
Jupiter hevur verið til 20 ára klassing hjá Mest í Tórshavn seinastu tíðina, og hevur síðani ligið í Havn og bíða til verkfallið varð liðugt.
Reiðaríið hevur klassað skipið, og hevur hetta tikið nakrar vikur. Eitt nú hava teir skift pakning og annað.
Hetta er nakað sum skal gerast fyri at skipið sleppur vera í klassanum, og er góðkent til at fara til fiskiskap.
Jupiter loysir um 10 tíðina í dag, og farið verður á sildaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald