Uttanlands

Jupiter hevur landað makrel í Noregi

Jupiter hevur landað umleið 2.200 tons av makreli í Karmsund í Noregi

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-08-25 07:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter hevur landað umleið 2.200 tons av makreli í Karmsund í Noregi, og skipið hevur nú fiskað so gott sum alla kvotuna, sum var 11.000 tons av makreli.

- Jupiter hevur júst landað umleið 2.200 tons í Karmsund, og nú kemur skipið til Føroyar, har skipið fer at rigga um til aðra fiskiveiðu, upplýsir Jógvan Martin Ferjá, reiðari.

Jupiter fekk umleið 11 norskar krónur fyri kilo, sum svara til umleið sjey krónur í okkara peningi.

Reiðarin upplýsir víðari, at Jupiter hevur fingið eitt royndarloyvið eftir makrelgeddu, sum skal landast til ídnað, men sigur eisini, at hetta fiskaslagið saktans kann landast til matna eisini.

Makrelgedda er ikki fiskað í føroyuskum sjógvu fyrr, og tí er hetta ein sera spennandi verkætlan, sigur Jógvan Martin Ferjá við Portalin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder