Uppsjóvarskipið Jupiter hevur landað eina svartkjaftalast í Vedde í Norra.
Upplýst verður, at teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og at veiðan varð landað í norska býnum Vedde, har Jupiter hevur landað nakrar lastir í ár.
Talan er um eina last á góð 2000 tons av svartkjafti, og tá ið teir høvdu landað, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Loyvið at landa svartkjaft uttanlands er ikki galdandi longur, og tí skal restin av svartkjaftinum, sum verður fiskaður landast í Føroyum.
Skipini fingu møguleikan at landa uttanlands í tíðarskeiðnum 27. apríl til 14 juni, sum var í gjár. Hetta hendi eftir at stórt trýst var á Fiskimálaráðnum, av tí at tað var so long bíðitíð at sleppa at landa svartkjaftin í Føroyum.
Sambært yvirlitinum hjá Vørn, so eru umleið 40.000 tons av svartkjafti landað uttanlands.
Skipini hava landað svartkjaft í Íslandi, Danmark, Norra, Írlandi og í Hollandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald