Innanlands

Jupiter landar 1900 tons í Fuglafirði

Jupiter slapp fram at tá ið Christian í Grótinum var liðugur at landa

Savnsmynd (:Kiran Jóanesarson

Savnsmynd (:Kiran Jóanesarson

2019-04-03 17:32 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Fuglafjørð mánadagin, har teir skulu landa.

Tá ið Jupiter kom á Fuglafjørð, landaði Christian í Grótinum, og tí mátti Jupiter bíða til teir áttu tørn.

Byrjað varð at landa í morgun, og hava teir 1900 tons, sum teir hava fiskað í ES sjógvi.

Kvotan er nú fiskað í ES sjógvi, og nú verður bíðað til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, sum vanligvís plagar at vera um hálvan apríl.

Nøkur av svartkjaftaskipunum hava leitað eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men hava ikki rakt við.