Innanlands

Jupiter landar á Tvøroyri

Jupiter hevur verið á makrelveiðu

2018-10-11 12:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Tvøroyri í morgun, har teir skulu landa.

Jupiter hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Nakrir dagar eru farnir til at leita eftir makreli, men tá ið teir raktu við gekk skjótt.

Upplýst verður, at teir hava 700 tons av góðum makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder