2019-03-07 22:16
Jupiter, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, skal í dag landa svartkjaft til Havsbrún.
Upplýst verður, at teir hava 2100 tons av svartkjafti, sum skal framleiðast til fóður hjá Havsbrún.
Seinastú tíðina hava fleiri skip landað svartkjaft til Havsbrún.
Skipini hava øll fiskað í altjóða sjógvi, har fiskiskapurin hevur verið góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald