2021-09-02 21:58
Uppsjóvarskipið Jupiter er ávegis inn av makrelfeltinum við 900 tonsum.
Jupiter hevur fiskað í altjóða sjógvi hendan túrin, og veiðan skal landast til Pelagos, og ein partur í Vestmanna.
Føroysku skipini hava seinastu tíðina fiskað makrel norðanfyri í altjóða sjógvi, men nú eru fleiri farin í norskan sjógv at royna.
Mynd: fishfacts.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald