2019-03-23 14:29
Uppsjóvarskipið Jupiter skal landa svartkjaft í Fuglafirði, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Upplýst verður at teir hava 1300 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður virkaður til fóður.
Jupiter byrjaði at landa klokkan 11 fyrrapartin.
Tá ið Jupiter hevur landað, skal Katrin Jóhanna landa eina svartkjaftalast til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald