Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti í hesum øki.
Síðani 1993 hevur Havstovan í mai á hvørjum ári kannað havfrøði og æti eftir einum sonevndum skurði norðan fyri Føroyar (‘Section N’, Mynd 1b). Greinin viðger tann norðara partin av skurðinum, har kaldur sjógvur kemur norðanífrá, við Íslandsstreyminum. Síðani 2003 eru nøgdirnar av Calanus hyperboreus, sum er tað størsta slagið av reyðæti, minkaðar niður í næstan einki (Mynd 2). Hetta slagið er fyri tað mesta í køldum sjógvi norðanfyri. Líknandi broytingar í nøgdunum av djóraæti eru eisini sæddar eystan fyri Ísland um sama mundi. Mátingar av sjónum, ið verður nevndur Modified East Icelandic Water (MEIW), sum er ein samanblanding av sjógvi úr Íslandshavinum og Norskahavinum, vísa at greitt samband er ímillum MEIW og nøgdirnar av C. hyperboreus (Mynd 2). Hetta merkir at tá minni av sjógvi rekur úr havleiðunum norðan fyri Ísland og inn í Norskahavið, er eisini minni av C. hyperboreus norðan fyri Føroyar.
Nøgdirnar av teimum vaksnu djórunum av tí minna og meira umrødda slagnum av reyðæti - Calanus finmarchicus - minkaðu eins brádliga sum C. hyperboreus. Hetta kann eisini vera orsakað av minkandi nøgdini av MEIW, men tað er torførari at staðfesta, av tí at C. finmarchicus eisini er í stórum nøgdum í Norskahavinum.
Tær umrøddu broytingarnar kunnu hava stóra ávirkan á útbreiðsluna av norðhavssild, skrivar Havstovan.
Vísindaliga greinin, sum ber heitið “Decreased influx of Calanus spp. into the south-western Norwegian Sea since 2003”, er almannakunngjørd í tíðarritinum Deep Sea Research I.
Mynd 1. Kort av granskingarøkinum. a) Heitir (reytt) og kaldir (blátt) havstreymar, sum hava ávirkan á granskingarøkið (grøni kassin). b) Ymiskir sjógvar í ovaru 400 m. Stiplaðar linjur vísa, hvar Ísland-Føroya Fronturin (IFF) og Jan Mayen Fronturin (JMF) liggja.
Mynd 2. Nøgd av MEIW sjógvi (reytt) og C. hyperboreus (grønt) norðan fyri Ísland-Føroya Frontin eftir Skurði N í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald