- Fiskiskapurin er minkaður, men hundrað pund uppá stampin hevur onkuntíð verið gott, so hetta er í lagið, sigur Kári í Kongsstovu, skipari útróðrabátinum Kallanesi
Á middegi kom teir aftur av útróðri og landaðu í Klaksvík.
- Vit hava verið tveir túrar við 42 og 45 stampum og hava umleið 10.000 pund tilsamans. Vit hava roynt norðanfyri og ein partur av agninum er gogga, sum er gott toskaagn. Hóast tað, so er tað minni av toski at fáa nú enn fyrr í ár. Kanska hevur toskurin fingið okkurt betri og feskari at eta enn goggu, so sum nebbasild, heldur Kári skálkaliga fyri.
Tríggir mans eru við Kallanesi og ein í egningaskúrinum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald