Skipasøga

Kallast nú aftur Star Viking

Skipið er nú umbygt til at sigla við djórum

Star Viking í dag

Star Viking í dag

2014-10-21 03:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyska farmaskipið, ið varð bygt á Skála Skipasmiðju og fekk navnið Star Viking hevur fingið upprunanavnið aftur. Skipið er nú umbygt til at sigla við djórum.

Tað er ikki óvanligt, at farmaskip vera umbygt til slíka sigling, slík skip vera á enskum nevnd fyri "livestock carrier".

Star Viking er umbygt í Turkalandi og liggur í løtuni uttan fyri Waterford í Onglandi og óvist er um skipið fer aftur í vinnu.

Skipið er bygt á Skála Skipasiðju í 1983, skipið bleiv síðan selt í 90'inum og fekk navnið Viking. Star Viking er keypt og selt aftur fleiri ferðir og hevur havt hesi nøvnini síðan tað bleiv bygt.

Star Viking (1983-1992)
Viking (1992-1996)
Jotunheim (1996-2004)
Viking (2004-2013)

Vit hava eisini funnið eina mynd av Norland, ið hevði heimstað í Gøtu. Norland er eisini umbygt til, at sigla við djórum. Blaða í gjøgnum myndirnar niðanfyri.

Norland í dag

Star Viking, tá skipið hevði heimstað í Føroyum

Norland tá skipið var heimahoyrandi í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder