2014-10-26 01:29
Fyrrverandi klaksvíkstrolarin Næraberg kallast nú Almirante Maximiano, og hevur heimstað í Brasilia.
Nógv er hann broyttur. Vit minnast Næraberg sum stóra klaksvíkstrolarin, ið hevur givið fleiri føroygum arbeiði, men nú er skipið umbygt til veitingarskip og er ikki til at kenna aftur.
Tað er brasilski staturin, ið eigur og rekur skipið, sum nú kallast Almirante Maximiano.
Næraberg varð seldur av landinum fyri nøkrum árum síðan og bleiv umbygdur til veitingarskip.
Síðan skipið varð selt úr Føroyum, hevur skipið havt navnið Ocean Empress og nú Almirante Maximiano, tá tað var selt til Brasilia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald