Fyrrverandi føroyski rækju og skjelatrolarin Fame, ið hevði heimstað í Hoyvík kallast nú Nikolay Trubyatchinsky og hevur heimstað í Panama.
Tað er felagið Marine Arctic Geological Expedition í Murmansk, sum eigur skipið í dag. Felagið keypti Nikolay Trubyatchinsky í 2013.
Nikolay Trubyatchinsky varð bygdur sum rækju og skeljatrolari, men varð seinni umbygdur til seismikskip.
Tað var John Dam, ið átti skipið tá ið tað hevði heimstað í Føroyum. Tað eru helst fleiri, ið minnast Fame, ið var ein framkomin trolari tá ið hann var bygdur í 1988 í Noreg.
Skipið hevur havt nøvnini Geo Explorer og Tairikudana síðan tað varð selt úr Føroyum.
Skipasøga
Kallast nú Nikolay Trubyatchinsky
Tað eru helst fleiri, ið minnast Fame, ið var ein framkomin trolari tá ið hann var bygdur í 1988 í Noreg
Mynd: Shipspotting.com
2014-11-09 00:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald