Innanlands

Polar Amaroq landar makrel í Kollafirði

Polar Amaroq er komin á Kollafjørð við 580 tonsum

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

2026-07-04 19:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Polar Amaroq er komið á Kollafjørð, har skipið skal landa makrel.

Polar Amaroq hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, har skipið hevur partrolað við Polar Ammassak.

Polar Ammassak hevur júst landað 560 tons, og Polar Amaroq hevur umleið 580 tons av makreli. Polar Ammassak landar feskan makrel, meðan Polar Amaroq landar frystan makrel.

Tá ið Polar Amaroq hevur landað í Kollafirði, verður farið á Fuglafjørð, har skipið skal landa slógv til Havsbrún, og síðani fara Polar Amaroq og Polar Ammassak aftur at partrola eftir makreli í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder