Skipasøga

Kallast nú Ocean Tide

Skipið varð selt úr Føroyum til Namibia fyri yvir 10 árum síðani

Mynd: Hilmar Snorrason (Shipspotting.com)

Mynd: Hilmar Snorrason (Shipspotting.com)

2014-11-29 20:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyski trolarin Beinta, ið hevði heimstað í Trongisvági kallast nú Ocean Tide og hevur heimstað í Namibia.

Skipið varð selt úr Føroyum til Namibia fyri yvir 10 árum síðan, og hevur framvegis sama heimstað og eigarar í Namibia.

Beinta er bygt í Noreg í 1975, og fekk upprunarliga navnið Myrebuen, men trolarin varð síðan keyptur til Føroyar í 1995 og fekk navnið Brimborg.

Fiskur.fo hevur funnið tvær myndir, onnur er frá hvussu skipið sær út nú, og hin vísir hvussu Beinta sá út, tá ið hon hevði heimstað í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder