2022-02-02 15:34
Havstovan: Í dag byrjar Jákup Sverri sítt næsta kanningarár. Á fyrsta rannsóknartúrinum í 2022 verður reyðæti í Bankarennuni kannað, og túrleiðari er Eilif Gaard.
Kanningin verður gjørd í sambandi við ein møguligan fiskiskap eftir reyðæti í framtíðini.
Endamálið er at kanna, hvussu nógv reyðæti er á ymiskum dýpum, hvussu nógv reyðæti fer ígjøgnum rennuna, hvagar reyðætið fer, tá tað rekur út úr Bankarennuni um veturin og hvussu væl reyðæti tolir skiftið frá køldum til heitari sjógv, eftir at tað er rikið út úr Bankarennuni.
Øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2022 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald