2024-06-18 06:48
Frystitrolarin Kappin kom í gjár á Havnina, har trolarin skuldi landa umleið 50 tons.
Kappin hevur verið til fiskiskap í føroyskum og bretskum sjógvi hendan túrin, og talan er um umleið 50 tons av frystum svartkalva, sum trolarin landar í Havn.
Hand Andrias Kelduberg, reiðari, upplýsir, at Kappin fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald