Innanlands

Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Pelagos av Faroe Pelagic

Í november tók Kappingareftirlitið avgerð um at kanna yvirtøkuna nærri, og 7. februar varð avgjørt at góðkenna yvirtøkuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-17 11:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kappingareftirlitið: Kappingarráðið hevur á fundi tann 7 februar 2024 avgjørt at góðkenna yvirtøkuna hjá P/f Pelagos av P/f P.P. Faroe Pelagic.

Kappingareftirlitið tók avgerð um at kanna yvirtøkuna nærri tann 17. november 2023, tí fáir keyparar eru á viðkomandi marknaði, samstundis sum tað er ein lógarásett skylda at landa og avreiða um føroyskan bryggjukant.

Kappingareftirlitið hevur nú kannað yvirtøkuna, og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan eigur at góðkennast uttan treytir. Hóast marknaðarpartar og miðsavning geva ábending um, at virkna kappingin verður avmarkað av yvirtøkuni, vísir samlaða greiningin av kappingarligu umstøðunum, at yvirtøkan eigur at góðkennast.

Samstundis førir yvirtøkan við sær munandi virknisfyrimunir, tí nøgdin og dygdin á framleiðsluni verður betri. Mett verður, at hesir fyrimunir hava eitt virði, ið liggur millum 200 og 300 mió. kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder