2023-02-22 21:07
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna skal landa í Fuglafirði í kvøld.
Skipið hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan - 1800 tons, skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Katrin Jóhanna fer síðan at gera okkurt smátt viðlíkahaldsarbeiðið hjá Mest, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald