2024-04-27 16:09
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er komið á Havnina við 1.750 tonsum av svartkjafti, sum skulu landast í Fuglafirði.
Katrin Jóhanna hevur verð á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Skipið skal landa til Havsbrún í morgin, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald