Innanlands

Katrin Jóhanna væntandi á Miðvági um eina viku

Til Danmarkar at gera okkurt smávegis, og síðani verður kósin sett móti Føroyum

Árni Dalsgaard skipari vindur Merkið í húnar hátt (Eigil Weihe Hansen / Jn.fo)

Árni Dalsgaard skipari vindur Merkið í húnar hátt (Eigil Weihe Hansen / Jn.fo)

2018-11-26 19:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, sum tó er bygt í 1997, kemur væntandi til Føroya um eina góða viku. Tað sigur reiðarin, Tummas Henriksen, við jn.fo í dag.

Skipið, sum áður hevur havt navnið Herøy, og er keypt út Noreg, skal fyrst til Danmarkar, har okkurt smávegis skal gerast við skipið áðrenn kósin verður sett móti Føroyum.

Navnið verður Katrin Jóhanna, og skipið varð skrásett í dag skrásett undir føroyskum flaggi. Skipið verður menningarkvotur saman við Snarfrost í fýra ár. Í ár eru kvoturnar 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av norðhavssild.

[object Object](Mynd: Ivan Reid)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder