Innanlands

Katrin Jóhanna við fyrstu lastini

Nýggja uppsjóvarskipið í Vágum kom í gjár á Fuglafjørð við 1700 tonsum av svartkjafti

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-05 10:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjovarskipið Katrin Jóhanna, kom í gjár á Fuglafjørð við 1700 tosnum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Hetta er seinast skrásetta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, og kom til Føroya í desember.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður. Tá ið teir hava landað fara teir aftur á svartkjaftaveiðu.

Katrin Jóhanna hevur fingið menningarkvotur saman við Snarfrost í fýra ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder