Innanlands

Kenni meg vælkomnan til Føroyar

Ingvar John Husby, skipari og annar av eigarunum av norska frystilínuskipinum O Husby, hannir seg altíð vælkomnan. Í dag hava teir ligið teir á Havnini

Ingvar John Husby

Ingvar John Husby

2024-06-25 18:34 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg havi fiskað nógvastaðni, men manglaði Flemmish Cap. So hóast eg ikki havi siglt nógv síðstu tíðina, so ynskti eg at fara við hendan túrin, tí eg vildi upplivað Flemmish Cap, sigur Ingvar John.

Í dag lá norska frystilínuskipið O Husby á Havnini. Teir komu inn við eftirlitsmanninum, sum var umborð, nú teir høvdu fiskað á Flemmish Cap. Samstundis bunkraðu teir og keyptu nakað av provianti, tí teir ætla at royna nakrar dagar við Føroyar. Teir fiska av norsku kvotuni og skulu landa í Ålesund 4. juli.

- Eg kenni meg altíð vælkomnan til Føroyar. Tað geri eg bæði tá eg við skipi havi vitjað føroyskar havnir og tá eg annars havi vitjað í Føroyum. Tænasturnar vit fáa her, eru eisini góðar.

Tað sigur skiparin og annar av eigarunum av O Husby, Ingvar John Husby.

- Eg kenni fleiri føroyingar og fleiri hava siglt og sigla enn við okkum. Vit áttu Stapan, sum er fyrrverandi Husby Senior, og hann var eg við til at sigla til Føroyar, eftir at hann var keyptur til Toftir í 2016. Tí kenni eg tey sum eiga og reka Stapan, sigur hann. 

[object Object]

- Vit hava roynt 16 dagar á Flemmish Cap og fingu kvotuna upp. Fiskiskapurin var sera góður, og tá er fiskiskapur eitt satt upplivilsi. Eg havi fiskað nógvastaðni, men manglaði Flemmish Cap. So hóast eg ikki havi siglt nógv síðstu tíðina, so ynskti eg at fara við hendan túrin, tí eg vildi upplivað Flemmish Cap, sigur hann.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá nakrar av manningini. Hinir vóru farnir útferð við bussi. Teir fingu lesnað og gomlu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder