- Vit hava keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk. Skipið er klassað, og í sera góðum standi, sigur Birgir Lützen, sum er reiðari í nýggja felagnum Gráasteini, sum hevur keypt skipið til Føroya.
Havfisk er júst á veg inn við 1200 tonsum av sild, og síðani fara menn frá reiðarínum yvir til Norra, og umborð.
- Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, sigur reiðarin við Portalin.
Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen.
Skipið, sum verður skrásett í Tórshavn, fer at fáa navnið Birita, sum er navnið á yngstu dóttrini hjá Birgir og konuni, og fær kenningarnummarið TN 132, sum er kenningarnummarið hjá fyrrverandi Nornagesti, sum abbi Birgir átti.
- Um abbi livdi, so hevði eg ivaleyst kallað skipið Nornagestur, men eg vil heldur uppkalla dótttur mína enn einum skipið, sum abbi mín, sum er farin herfrá, hevur átt, sigur Birgir Lützen.
Birgir sigur, at tað verða Tórfinn Debes Davidsen, og bróðurin Sámal Davidsen, sum koma at føra Biritu, og at farið verður til fiskiskap so skjótt øll loyvini eru komin uppá pláss.
Birita er bygt í 2000, er 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling.
Tveir nýggir aktørar í uppsjóvarvinnuni
Fiskimálaráðið hevur áður sagt, at tað hevur verið lagt upptil, at tað skal verða pláss fyri einum, møguliga tveimum nýggjum aktørum. Men nøgdirnar, sum eru útlutaðar eru í so lítlar, at at talan verður so lítið í part, og tí eru nýggju skipini heldur gomul.
Hitt felagið, sum hevur fingið kvotur til ítøkiligt skipakeyp, er Ango úr Vági, sum hevur keypt Junior úr Hirtshals. Junior er eisini bygt í 2000.
Nøgdirnar, sum eru útlutaðar til hesar báðar verkætlanirnar eru:
• 9.490 tons av svartkjaftti
• 3.007 tons av makreli
• 4.162 tons av norðhavssild
Umframt hesi tonsini, so hava feløgini fingið nøgdir, sum eru fluttar frá 2020:
• 884 tons av svartkjaftti
• 1.966 tons av makreli
• 3.412 tons av norðhavssild
Av tí at nøgdirnar eru so lítlar kann hugsast at skipini ikki vera í vinnu alt árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald