2019-03-04 18:02
Fríggjadagin keyptu teir báðir Jóan Hendrik Garðshorn og Jónhard Fróði Danielsen 50’tonsaran Sigurfarið úr Klaksvík.
Teir báðir sigla úti nú, men hava verið við trolara, línubáti og eisini roynt við snellu, skrivar jn.fo.
Leygardagin vóru teir ein lítlan túr suður úr Mykinesi, og komu á Sørvág í gjár. Jn.fo tók nakrar myndir, tá nýggja navnið varð málað á bátin. Nýggja navnið er Sandra.
Ætlanin er at fara útaftur týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald