2020-10-10 17:07
Framkomna línuskipið Klakkur kom á Klaksvík í gjár, har teir skuldu landa.
Klakkur hevur verið til fiskiskap undir Íslandi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Skipari var Líggjas Johannesen, sum eisini er ein av eigarunum, og hann sigur, at talan er um blandað fiskasløg, sum teir hava landað í Klaksvík.
Klakkur fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald