Talan er um tvey farmaskip, sum eru á veg í føroyska flotan.
- Talan er um eina øking, og ikki eina útskifting, sigur Álvur Højgaard, reiðari, sum er sera spentur uppá nýggju skipini.
- Skipini verða yvirtikin í desember, og síðani skulu tey umbyggjast, har millum annað broyt skal á dekkið, so skipini verða til tað man rópar sjálvlossari.
Nýggju skipini, sum verða skrásett í føroyska flotanum, eins og hini skipini hjá felagnum, eru bygd í 2005, og eru rættuliga nýggj í mun til nøkur onnur í reiðarínum. Nýggju skipini koma at lasta 3500 tons tá ið tey eru klár at fara í vinnu.
Enn er ikki alment hvussu skipini fara at eita, men tað er avgjørt at tey fara at hava nøvn, sum byrja við Hav, eins og hini skipini.
- Tað fyrra verður vónandi klárt at fara í vinnu umleið 10. december, meðan tað seinni verður beint fyri jól, um alt gongur sum ætla, sigur Álvur Højgaard, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald