- Hesin báturin er ikki bygdur til havsigling, tí hann trampar ov illa, tá vit sigla ímóti aldunum. Tí liggja vit á Havnini og bíða eftir betri veðurlíkindum.
Tað segði skiparin á norska bátinum Fosnakongen, Roald Brattøyl, við Føroysku Sjómansmissiónina í vikuni.
- Vit eru ávegis til Patriksfjarðar í Íslandi, har vit skulu gera ymiskar tænastur í alivinnuni. Vit vóru eisini í fjør, og tá høvdu vit fínasta veður millum londini, sigur Roald.
- Hesin báturin er serbygdur til ymiskar tænastur í alivinnuni. Vit seta nýggj alibrúk út, avlúsa, vaska nótir og ymiskt annað. Tað eru nógvir líknandi bátar í Norra, sigur Roald.
Fýra mans eru við, nú teir sigla millum londini, annars eru teir fimm.
Fosnakongen er 24 metrar langur, 12 metrar breiður og hevur tveir Scania motorar á 500 HK hvør. Báturin er ein sokallað tvíkilja við krana, sum lyftir 12 tons.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni og heilsaði uppá menninar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald