Korona seinkar fyrireikingunum av nýbygningi

Arbeitt verður við at byggja nýtt skip fyri Christian í Grótinum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-10 11:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið, sum eigur Norðborg og Christian í Grótinum arbeiðir við at byggja nýtt skip.

- Tá ið man hevur við skip at gera, arbeiðir man allatíð við at menna seg, og tað er rætt, at vit arbeiða við at fyrireika ein nýbygning, men tað er sett á pausu síðani korona byrjaði at gera um seg, sigur Eyðun Rasmussen, tekniskur stjóri í Christian í Grótinum.

Tað er ein tíð síðani, at tað gjørdist alment, at Christian í Grótinum varð settur á sølulista, og reiðaríið gjørdi greitt, at hetta var bara fyri at vita um áhugi var fyri skipinum, og at meklarafyritøkurnar vóru spentar at fáa skipið sett til sølu.

- Um nakað sum helst skal gerast, so má annað skipið seljast, og tað er sjálvandi meira spennandi at selja Christian í Grótinum heldur enn Norðborg, sigur Eyðun Rasmussen, sum ger greitt, at enn er bert talan um fyrireikingar, og tí ikki hevur so nógvar viðmerkingar um málið.

Christian í Grótinum er bygdur í 2003, og sum skilst er áhugi fyri skipinum, men korona ger, at tað er ikki lætt at koma til Føroyar at hyggja eftir skipinum, men hetta verður vónandi broytt nú, tað ikki verður neyðugt at sita í sóttarhaldi í 14 dagar tá ið man kemur til Føroyar. Tí kann roknast við at tað verður munandi lættari hjá møguligum keyparum at koma til Føroyar at hyggja eftir Christian í Grótinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder