2021-01-19 22:10
Northwest Pelagic misti veiðiloyvið í 2016, tí Fiskimálaráðið metti at útlendski eigaraskapurin var ov stórur. Men felagið sum hevur fingið viðhald í rættinum krevur nú endurgjald fyri mistan fiskiskap.
Ítøkiliga krevur Northwest Pelagic 80 milliónir krónur umframt 19.000 tons av uppsjóvarfiski. Tað veit útvarpið í dag.
Endurgjald er kravt fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.
Partarnir í málinum hava fara at hava fund um endurgjaldskravið, skrivar kvf.fo.
Reiðaríið keypti í mai í fjør uppsjóvarskipið Jupiter og seldi samstundis Norðhavið til eitt felag í Afrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald