Innanlands

Kroka aðruhvørja løtu

Hetta er januarmánaður, tá hann er uppá tað ringasta. Tað er onkur lítil skái, tá vindurin andar inn, og so stormar aftur, og tí kroka við aðruhvørja løtu, sigur Agnar Svabo Joensen, skipari á Smaragd, sum samtrolar við Safir

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-02-04 21:21 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tíggju samtrolarar liggja í løtuni suður úr Skorini á Borðoynni og kroka vegna vánaliga veðrið.

Veðrið hevur verið sera vánaligt síðstu vikurnar, so tað hevur verið lítil og óstøðug roynd hjá trolarunum.

- Hetta er januarmánaður, tá hann er uppá tað ringasta. Tað er onkur lítil skái, tá vindurin andar inn, og so stormar aftur, og tí kroka við aðruhvørja løtu.

Tað sigur Agnar Svabo Joensen, skipari á Smaragd, sum samtrolar við Safir.

- Tað er ógjørligt at fáa nakra samanhangandi roynd, tá veðrið leikar soleiðis í. Vit royndu eystanfyri og fingu nakrar stórar upsar, men mátu ríma vegna veður, sigur hann.

- Tað verður kanska ein skái í nátt og í morginárini, so verður nógvur vindur aftur í annaðkvøld. Tað tekur góðar tveir tímar at sigla á fiskileið, so vónandi fáa vit okkurt hálið, áðrenn vindurin kemur aftur í annakvøld, sigur Agnar Svabo Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder