Innanlands

Kryvjivirkið hjá Marine Harvest á Strondum er komið á Russlandslistan

Kryvjivirkið á Strondum kann nú útflyta matvørur, sum virkið framleiðir til Russlands og Euroasiatisku búskaparsamgonguna

2018-10-18 14:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Virkið á Strondum var løggilt av Heilsufrøðiligu starvssstovu 24. september 2018 og samstundis søkti virkið Heilsufrøðiligu Starvsstovu um at koma á russlandslistan.

Tá eitt føroyskt virki ætlar sær at útflyta matvørur til Russlands, skal Heilsufrøðiliga starvsstova, eftir at virkið er vorðið løggilt í Føroyum, vátta fyri Rosselkhoznadzor, sum eru russisku veterineru myndugleikarnir, at virkið livir upp til øll russisk veteriner og saniter krøv.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri fyri P/F Marine Harvest Faroes sigur, at tað hevur stóran týdning fyri tey at koma á Russlandslistan.

- Russland er ein góður marknaður fyri laks. At Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fingið virkið so skjótt á listan er eitt sera gott avrik. Vit í P/F Marine Harvest Faroes fyrireika okkum nú at senda fyrstu lastina við laksi til Russlands, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

75 føroysk virki hava løggilding at útflyta matvørur til ES og av teimum hava 28 virki loyvi at útflyta matvørur úr Føroyum til Russlands, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sæst yvirlit yvir hvørji føroysk matvøruvirki kunnu útflyta til ES og 3. lond ið krevja góðkendar virkislistar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder