Innanlands

Lættari og fríari at rógva út nú

Kópasker hjá Elfinni Vang er ikki riggaður sum aðrir bátar. Hann kann vera einsamallur um alt arbeiðið

Elfinn Vang (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Elfinn Vang (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-10-06 13:20 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

Útróðrarmaðurin, Elfinn Vang, í Kaldbak, elskar at rógva út. Tað hevur hann eisini gjørt síðstu gott 20 árini, burtursæð frá onkrum túri til skips av og á.

Tíðliga ein morgunin í vikuni lá hann á Toftum og skuldi landa tey umleið 1400 pundini av toski og hýsu, hann hevði fingið ta náttina.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Tann, sum hyggur inn á dekkið á 28 fót stóra útróðrabátinum, “Kópasker,” hjá Elfinni, sær skjótt, at hann er ikki riggaður sum aðrir bátar.

Á dekkinum standa stokkar við línu, og tí eru hvørki stampar ella línurenna at síggja.

[object Object]
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

[object Object]
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Elfinn hevur síðstu mongu árini hugsað um, hvussu hann kann rógva út við línu, uttan at vera bundin av egning, stampum og egningaskúri. Tað er hann nú, hann hevur línuna stokkaða upp á dekkinum og setur gjøgnum eina trakt við skornum agni í.

Tá hann dregur, fer línan sjálv upp á stokkarnar, og tí kann hann vera einsamallur um alt arbeiðið. Hann má tó knýta buktirnar upp, har húkarnir mangla, og so nýtir hann umleið ein til tveir tímar at gera línuna klára aftur. So kann hann seta aftur beinanvegin, um hann vil tað og hevur agn umborð.

Elfinn eigur sjálvur hugskotið til “línusystemið”, hann nýtir, og tað er ment og gjørt í samstarvi við Oilwind í Miðvági. Hann hevur eisini fingið stuðul frá Fiskivinnuroyndum til at menna systemið, sum riggar væl nú.

- Nú er tað lættari, einfaldari og harafturat fríari at rógva út. Línan er umborð og er klár at seta, og so er bara hjá mær at skera agnið og hava tað klárt. Eg havi 3000 húkar undir, og er tað á leið átta stampar, sum eg seti í tveimum, sigur Elfinn Vang.

[object Object]
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

[object Object]
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin