Innanlands

Landsstýrismaðurin: Hetta er tað vit kunnu liva við nú

Landsstýrismaðurin er sum heild væl nøgdur við tær avtalurnar, sum Føroyar hava gjørt við tey ymisku londini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-15 21:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyska botnfiskakvotan í íslendskum sjógvi verður 5.600 tons fram til 1. august. Íslendingar hava fyri stuttum sett fram ynski um, at samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna fyri 2027 verða settar í gongd skjótast gjørligt.

- Eftir uppskoti frá íslendingum hevur man gjørt semju um at halda seg til somu avtalu fyri 2026, sum var galdandi í 2025, men tað sum síðani hendir er, at aftaná nýggjár eru tað íslendingar, sum hava boðað frá at teir leingi hava havt ynski um at taka ymisk viðurskifti upp, og velja at brúka tað í forhandlingunum nú, sigur Eirikur í Jákupssovu, landsstýrismaður í tilfeingismálum.

Tí er man blivin samdur um at lata skipini fiska sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum, meðan man finnur útav hvussu stevið skal verða frameftir, sigur landsstýrismaðurin.

- Íslendingar vilja hava okkum til samráðingarborðið beinanvegin í januar, og íslendingar hava sett sær sum mál, at hesar samráðingarnar skulu verða lidnar í apríl í ár, so vit eru nokkso langt frá freistini, sum eitur 1. august og skuldi tað ringasta hent, og vit ikki høvdu eina avtalu í apríl mánaða, men hava framgongd í samráðingunum tá ið 1. august nærkast, so eru londini samd um at leingja freistina, sigur hann.

Óvist hvussu stór lodnukvotan verður
Enn er ógreitt hvussu stór lodnukvotan verður í ár. Sum útgangsstøðið er lodnukvotan lág, men seinni í mánaðinum fær man meira at vita hvussu stóra kvotu íslendarar áseta og øll, sum eru knýtt at hesum fiskiskapinum eru samd um at hon helst hækkar meira enn tað, sum er upplýst nú.

Føroyar kunnu tó framvegis fiska í mesta lagi fimm prosent av heildarkvotuni tó í mesta lagi 30.000 tons.

Seinastu árini hava fleiri í vinnuni givið ilt av sær, at føroyingar skulu landa lodnuna, sum skipini fiska í íslendskum sjógvi, í Íslandi, men at íslensk skip ikki hava fingið sum krav at landa svartkjaftin, sum tey fiska í føroyskum sjógvi, í Føroyum. Landsstýrismaðurin sigur, at her má man geva eitt sindur fyri at fáa aftur í hinum endanum.

- Avtalurnar, sum vit hava havt frammanundan hava ikki havt hetta sum krav, og avtalan í ár er einki undantak, og tí heldur eingin broyting um hvussu skipini skulu landa. Tað eru nógv ynski frá vinnuni í Føroyum og í Íslandi um at gera tillagingar, og hetta við landingum kundi verið eitt uppskot, og serliga nú tá ið vit síggja at kvoturnar í Føroyum lækka í ár í mun til í fjør, men eg haldi ikki eg fari út í miðlarnar, og koma inn á hvørji ynski vit hava nú tá ið samráðingarnar standa fyri framman, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingismálum.

Íslandsavtalan nógv at siga fyri línuflotan
Íslandsavtalan hevur serliga stóran týdning fyri ein part av heimaflotanum, sum er línuflotin. Vanliga hevur línuflotin vita beinanvegin í árinum, hvussu skipini kunnu leggja fiskiskapin til rættis, av tí at man hevur gjørt eina avtalu fyri eitt heilt ár, men soleiðis er ikki fyri 2026.

- Eg dugi ikki at síggja tann stóra trupulleikan í hesum, tí sum sagt so er avtalan, sum vit hava gjørt við støði á avtaluna frá i fjør, og sum eg veit so høvdu fleiri línuskip gjørt av at fara yvir til Íslands nú at fiska, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum tó viðgongur at tað ikki er optimalt at man ikki veit eitt heilt ár fram, men leggur tó aftrat at tað er nokkso greitt, at vit fara at klára at fiska kvoturnar, sum vit hava gjørt við Ísland.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu.

Ísland fær 1.300 tons av makreli frá Føroyum. Londini hava framhaldandi atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Føroysk skip fiskað ov nógva lodnu
Í november kom fram at eitt føroysk uppsjóvarskip varð ákært fyri at fiskað ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi. Hendingin skuldi verið farin fram í mars í 2025, men skiparin og reiðaríið noktaðu seg sek.

Spurdur um hetta hevur nakað við ynskiligu broytingarnar hjá Íslandi at gera, svarar Eirikur í Jákupssotvu greitt, at tað er tað ikki.

- Støðan er sjálvandi keðilig, men ein slík støða er ikki tað, sum skilur partarnar og er heldur ikki avgerandi um londini kunnu hava eina fiskivinnuavtalu sína millum, sigur landsstýrismaðurin.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at ein loysn er funnin á tí støðuni, og at man nú er komin víðari.

Landstýrismaðurin er nøgdur við avtalurnar
Seinastu tíðina eru fleiri semjur komnar undir land. Makrelavtalan millum strandarlondini, har Ísland eisini er blivin ein partur av avtaluni, sáttmálið við Noregi og Russland er eisini gjørd um Barentshavið, og nú seinna avtalan við Ísland.

Eirikur í Jákupsstovu sigur at samráðingartoymið hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði, og at hann er sera fegin um tann innsatsin, sum føroyski parturin hevur megnað at klára.

- Tað er eitt bragd, at tað gekk so væl sum tað gjørdi við Russlandsavtaluni, tá ið fortreyturnar eru so truplar sum tær eru, og eg meti eisini at makrelavtalan er góð fyri okkum, men eg hevði tó ynskt at avtalan við Ísland var eitt sindur betri, men tað er tí at vit hava gjørt eina avtalu at fara í gongd við nýggjar samráðingarbeinanvegin, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder