Innanlands

Leitiøkið blívur alsamt størri

Leitað verður enn eftir teimum báðum saknaðu monnunum á Kambi. Tyrlan og danska flogfarið koma at leita tá tað lýsir

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-07 07:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir báðir saknaðu menninir á frystilínuskipinum Kambi eru enn ikki funnir. Leitað varð í allan gjár á sjógvi og úr luftini, og hildið verður fram í dag.

Vaktleiðarin á MRCC-støðini sigur við útvarpið í morgun, at danska og bretska flogfarið leitaðu til klokkan 22 í gjárkvøldið, og tá vóru skipini í økinum eisini leysgivin.

Brimil helt fram at leita í nátt, og leitar eisini nú í morgun. Vindur og streymur spælir inn, og so hvørt sum tíðin gongur, blívur leitiøkið alsamt størri

Tá tað lýsir fyri degi koma bjargingartyrlan og danska bjargingarflogfarið at leita aftur.

Í gjár blivu ymiskir vraklutir funnir av Kambi og eisini ein bjargingarringur.

[object Object]Kambur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

16 menn vóru á Kambi tá frystilínuskipið gjármorgunin fekk ein sjógv og seinni sakk. 14 av manningini vórðu bjargaðir til lands við tyrluni, men tveir menn - ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal - eru ikki komnir afturíaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder