Framleiðsluskipið Norðborg hevur í allan dag siglt aftur og fram, og royndarkoyrt nýggja motorin.
- Arbeiðið hevur gingið væl, og vit eru nú lidnir, sigur ein sera glaður Jón Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og annar av skiparunum umborð á Norðborg.
Tað eru skipasmiðjurnar Mest og KSS, sum hava tikið sær av arbeiðinum, og tað hevur gingið ótrúliga væl, sigur Jón Rasmussen.
Mynd: Sverri Egholm
Jón Rasmussen sigur, at teir nú eru lidnir við royndartúrin, og á middnátt verður mynstrað umborð, og síðani verður farið til Fuglafjørð at bunkra, og síðani til fiskiskap í nátt.
- Tað hava sjálvandi verið nøkur smáting, men motorurin sjálvur hevur riggað ótrúliga væl, og nú fara vit at rigga til at fara aftur til fiskiskap, sigur Jón Rasmussen.
- Vit eru glaðir fyri, at tað hevur gingið so gott við arbeiðnum, og vit hava nú eisini lært, at man kann gera eitt slíkt arbeiðið í Føroyum, sum hevur gjørt tað ótrúliga nógv lættari. Her eiga Mest og KSS rós uppiborið, sigur Jón Rasmussen, sum er sera takksamur fyri samstarvið og tænastuna við báðar skipasmiðjurnar.
Mynd: Sverri Egholm
Blokkurin er innfluttur og síðani er allur motorurin samlaður umborð á Norðborg.
- Vit fara nú á sildaveiðu undir Íslandi. Fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu tíðina, men nú byrjað skipini at fáa sild aftur, sigur Jón Rasmussen, sum er sera spentur at sleppa í gongd við fiskiskapin aftur.
Sildin verður skorin til flak umborð á Norðborg. Við Norðborg vera 28 mans.
Les eisini: Norðborg í royndarsigling
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald