2018-12-10 12:47
Línuskipið Ågot kom í nátt inn á grynri sjógv, har teir skulu vaska skipið áðrenn teir byrja at landa í Klaksvík.
Ågot hevur verið til fiskiskap sunnanfyri Føroyar, og teir hava havt góðan fiskiskap. Skipið er stúgvandi fult av fiski.
- Vit hava gjørt 28 og eina hálva setu, og hava 170 tons, har helvtin er hýsa og hin helvtin er toskur, upplýsir Hjaltur Poulsen, skipari.
- Hetta var ein fantastiskur endi á árinum, sigur skiparin.
Túrurin var tann síðsti í hesum árinum, og tá teir hava landað, skal okkurt smávegis arbeiði gerast við skipið áðrenn farið verður í gongd við fiskiskapin í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald