Innanlands

Lív var úti hjá tveimum trolarum í gjár

Bjargingarbáturin var úti við fólki, sum skuldu umborð, og einum, sum skuldi í land – Trolararnir lógu slakar 30 fjórðingar eystan fyri Suðuroynna

(Mynd: Rescue Lív)

(Mynd: Rescue Lív)

2021-08-19 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var Rescue Lív úti hjá tveimum trolarum við fólki, sum skuldi umborð, og eftir einum, sum skuldi í land.

Trolararnir lógu slakar 30 fjórðingar eystan fyri Suðuroynna, einar 50 fjórðingar úr Havnini, og tað tók neyvt tríggjar tímar at sigla út til teir, skrivar Rescue Lív á Facebook.

–Veðrið var hampiligt, og tað gekk upp á stás at fáa menninar umborð á skipini á opnum havi og við nakað av aldu í sjónum. Rescue Lív var aftur á Havnini klokkan 23.25 í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder