Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Høgaberg hevur verið á lodnuveiðu undir Íslandi, og hevur 1200 tons við til lands, sum verður landað til Pelagos.
Tá ið liðugt er at landa, verður fari aftur á lodnuveiðu.
Norðborg er eisini á lodnuveiðu undir Ílsnadi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur seinastu dagarnar.
Jón Rasmussen, skipari, upplýsti okkum í gjár, at teir høvdu havt trý køst, sum tilsamans høvdu 840 tons. Lodnan verður heilfryst umborð á Norðborg umframt at teir eisini framleiða mjøl og lýsi.
Gøtunes hevur riggað til lodnuveiðu, og fer ein av komandi døgunum avstað, eins og Tróndur í Gøtu, sum liggur á Fuglafirði og riggar til at fara á lodnuveiðu.
Finnur Fríði liggur og bíðar í Runavík, meðan Fagraberg og Christian hava latið sína kvotu til onnur skip í reiðarínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald