- Tað snúði seg um at fara frá einari politiskari útlutan til eina marknaðarskipan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
14. septembur 2015 skrivaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn undir samgonguavtalu. Eftir fýra ár í andstøðu, skuldi flokkarnir royna at fáa sín politikk ígjøgnum, og fiskivinnunýskipan stóð høgt á dagsskránni.
Men tað gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at tað fór ikki at blíva lætt at fáa fiskivinnunýskipanina hjá samgonguna samtykta uttan stríð. Samgongan hevur frá fyrsta degi verið ein minnilutasamgonga, og tí hevur allatíð verið neyðugt at arbeiða fyri at fáa meiriluta fyri sínum uppskotum um fiskivinnu. Samráðingar hava verið bæði við Sambandsflokkin og Sjálvstýri, uttan at tað hevur borið á mál.
- Vit fingu ein øgiliga tepran meiriluta í samgonguni. Tað vísti seg at vit blivu bara 17 tingfólk, og so tók ein seg úr Javnaðarflokkinum beinavegin. Tað hevur gjørt, at tað hevur verið trupult at fáa alt tað ígjøgnum í fiskivinnuskipanini, sum vit ætlaðu, staðfestir Aksel V. Johannesen. Hann heldur tó at samgongan gjørdi tað, sum hon kundi, fyri at broyta sum mest í fiskivinnunýskipanini.
- Vit eru tó komin ein ávísan mun á leið. Nú hava vit ein part, sum er marknaðargrundað, og tað kann økjast við tíðini, um kvoturnar fara uppeftir, sigur løgmaður, sum ásannar, at samgonguflokkarnir ikki fingu alt, sum tey ynsktu.
- Ikki heilt tað, sum samgonguflokkarnir fóru til val uppá, men tað er tað, sum bar til. Hin møguleikin var at vit skrivaðu út val, men vit valdu heldur at fáa so nógv broytt sum bar til, greiðir løgmaður frá.
Veiðigjaldið var ikki partur av nýskipanini
Í gjár gjørdist greitt, at samgongan ikki fær seinasta partin av fiskivinnupolitikkinum hjá sær samtyktan. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur borið uppskot um veiðigjald niðan í Løgtingið, men uppskotið liggur í Vinnunevndini nú, og har verður tað helst liggjandi.
Tí eftir at samgongan ikki megnar at halda sínar avtalur við Magna Laksafoss, er greitt at meiriluti heldur ikki er fyri uppskotinum hjá samgonguni.
- Vit hava havt nakrar avtalur við Magna Laksafoss, sum hevur gjørt tað at hann hevur atkvøtt við samgonguni í nógvum málum. Men vit klára ikki at halda allar avtalurnar sum samgonga, og tað ger at Magni Laksafoss heldur ikki fer at halda aðrar partar av avtaluni, segði løgmaður við portalin í gjár.
Men samgongan hevur, eisini uttan Magna Laksafoss, havt trupulleikar at fáa semju um veiðigjald. Spuringurin er tí, um tað ikki bara er lætt at leggja upp til, at lógin ikki verður samtykt, tí Magni Laksafoss ikki tekur undir við henni. Taka allir tinglimirnir hjá Javnaðarflokkinum undir við lógini?
- Tað er sjálvandi onkur, sum hevur verið atfinningarsamur og hevur havt spurningar. Tað hevði eisini verið møguligt at broytt lógina nakað í nevnd áðrenn tað skal atkvøðast um hana, og tað hevði møguliga eisini verði gjørt, fyri at fáa meiriluta, sigur Aksel V. Johannesen. Men hann heldur ikki, at veiðigjaldið er partur av nýskipanini hjá samgonguni.
- Nú verður lagt út, sum at lógin um veiðigjald er ein stórur partur av fiskivinnunýskipanini, men tað haldi eg ikki at hon er. Vit hava longu eitt veiðigjald, sigur Aksel V. Johannesen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald