Innanlands

Løgtingið vitjaði umborð á Jákup Sverra

Løgtingsfólkini vitjaðu nýggja havrannsóknarskipið í farnu viku

2020-12-21 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Hósdagin 17. desember vitjaðu løgtingsfólk umborð á Jákup Sverra, har umboð fyri Havstovuna, MEST, maskinstjórin og skiparin vístu teimum runt á tí frálíka skipinum og greiddu frá umstøðunum og útgerðini umborð.

Eftir at tey høvdu sæð skipið og fingið frágreiðingar, bjóðaði kokkurin ein drekkamunn í messuni. Har fingu tey frágreiðing um gongdina í verkætlanini, heilt frá projekteringi og til nú, skipið er liðugt.

Løgtingsfólkini vóru bergtikin av tí framúr snøgga, framkomna og væl útgjørda skipinum. Eisini vóru tey sera væl nøgd við, hvussu væl verkætlanin var greidd úr hondum, at byggingin er framd fyri tann avtalaða prísin og at tann fíggjarkarmur, sum løgtingið hevði játtað, varð hildin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder