
- Tað er spennandi at rógva út, og mær dámar tað, ella hevði eg ikki gjørt tað. Vit eru tríggir ungir mans umborð, og so er ein maður í skúrinum. Hann syrgir fyri, at línan verður rakt um, og at agnið er klárt, tá vit fara. Vit seta gjøgnum traktina, so tað er eingin egning í skúrinum hjá okkum.
Tað segði Johannes Nybo, skiparin á útróðrarbátinum Dalsenni, sum landaði í Klaksvík á middegi í gjár.
- Vit hava verið norðanfyri við 43 stampum og hava umleið 4500 pund. Tað er umleið hundra pund uppá stampin, og tað var tað eisini fyrra túrin hesa vikuna, segði hann.
- Tað er í minna lagið, men við góðum fiskaprísi gongur tað. Meginparturin av veiðuni er hvítingur og hýsa, og so er nakað av toski eisini. Vit fara avstað aftur í kvøld, segði Johannes.
Sjómanstrúboðarin heilsaði uppá ungu útróðrarmennirnar í gjár.
Nevnast kann, at í dag hevur Dalsenni umleið 4300 pund á 44 stampum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald