2022-02-09 08:25

A.P Møller Mærsk A/S hevði eitt avlop eftir skatt upp á 117 milliardir krónur í 2021. Tað vísir ársroknskapurin, sum felagið hevur lagt fram.
Tað er ein framgongd upp á 500 prosentum í mun til í 2020 og er met gott úrslit.
Mikkel Emil Jensen, greinari hjá Sydbank, sigur við Finans, at hetta ikki er bara besta úrslit hjá Mærsk, men eisini í donskum vinnulívi.
Umsetningurin hjá Mærsk var í 2021 400 milliardir krónur.
Góða roknskaparurslitið kemur eftir eitt ár, har fraktprísirnir hava verið høgir í sambandi við teir fløskuhálsar, sum eru íkomnir av koronufarsóttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald